Reyðikrossur steðgar vanliga virkseminum og setir samstundis tiltøk í verk ímóti covid-19, upplýsir Reyðikrossur.
Reyði krossur broytir fyribils virksemi sítt til tess at hjálpa føroyingum at standa ímóti COVID-19, og fyri at verja sjálvboðin í felagsskapinum.
Tað inniber, at alt tað vanliga virksemið verður fyrbils steðgað í tvær vikur. Klædnahjálpin og vitjanartænastan halda tó á fram við at virka undir serligum treytum.
Ein avleiðing av hesum verður, at endurnýtsluhandlarnir ikki vera opnir í hesum tíðarskeiðnum. Samstundis heitir Reyði krossur á fólk, um ikki at lata klæðir í klædnabingjurnar kring landið tí komandi tíðina.
Aðalfundurin, sum annars skuldi vera 22. mars, er eisini útsettur. Nýtt tíðspunkt verður kunngjørt seinni.
HJÁLPARNETVERK TIL FØROYINGAR
Harafturat verður eitt sjálvboðið hjálparnetverk stovnað, so leingi landið er í undantaksstøðu. Ætlanin við hjálparnetverkinum er, at hjálpa føroyingum, sum av onkrari orsøk hava brúk fyri hjálp orsaka av COVID-19. Tað kann vera við smáum praktiskum uppgávum, so sum at fara til handils, ella at ringja og práta við fólk, sum av ymiskum orsøkum sita einsamøll, ella eru í sóttarhaldi.
Reyði krossur er eisini til reiðar at fara undir at fyrireika størri átøk, um tað vísur seg, at tørvur verður á tí.
Áhugaði, sum vilja vera partur av hjálparnetverkinum, kunnu skráseta seg á heimasíðuni https://redcross.fo/hjalparnetverkid/, skriva teldupost á redcross@redcross.fo ella ringja á 283630. Áhugaði hoyra so aftur frá Reyða krossi, um tørvur verður á teirra hjálp.
Fyrispurningar um hjálp kunnu sendast til redcross@redcross.fo. Eisini ber til at ringja til skrivstovuna á tlf. 283630.











