Altjóða deildin av Reyða Krossi hevur biðið myndugleikarnar í Libya um loyvi til at vitja Said al-Islam Gaddafi, sum hevur sitið í einum fongsli í Libya, síðani hann bleiv tikin fyri nøkrum døgum síðani. Sambært tíðindastovuni Reuters vil Reyði Krossur hava vissu fyri, at fangin fær eina virðiliga viðgerð.
Altjóða Reyði Krossur væntar, at teir libysku myndugleikarnir fara at geva umboðum fyri felagsskapin loyvi til at vitja Said al-Islam Gaddafi um heilt stutta tíð.
-Hann er ein persónur, ið skal verjast, og vit vænta at fáa atgongd til hansara rættiliga skjótt, segði aðalstjórin í altjóða Reyða Krossi,
Yves Daccord, í dag.










