Reyði Krossur við neyðhjálp til Darfur

Dansk Røde Kors og Norges Røde Kors saman um at skipa sjúkrahús og koyrandi sjúkraklinikkir í DAFUR økinum

Tíðindaskriv frá Reyða Krossi Føroya

Nú tað er eydnast neyðhjálparfelagskapum at koma inn í landslutin Darfur at veita hjálp, er eitt sjúkrahús, ið annars stóð at kalla tómt fyri útgerð, gjørt somikið í stand við hjálp frá Reyða Krossi, at til ber at veita sjúkum og skaddum hjálp.
Reyði Krossur Føroyar veitir kr. 50.000 í stuðul.
Tað eru fólk og pengar frá Norsk og Dansk Røde Kors, sum hava fingið hetta í lag. Um ein millión fólk á staðnum tørva hjálp, stórar mongdir av fólkinum eru flýdd undan harðskapi og neyðin er óendalig.
Um 200.000 flóttar úr Darfur eru komin um markið til Tchad.
Flóttalegan í Tchad hevur hjálp fyri neyðini, og fór flogfar 2. august úr Billund við mati, heilivági og øðrum til tey neyðstøddu. Eisini er sjúkrasystur og annað hjálparfólk við.
? Peningurin vit veita er fingin við gávum og innsavningartiltøkum seinasta vetur. Einhvør kann hjálpa okkum at hjálpa við at tekna seg sum lim, limagjaldið er: húski kr. 150,- og feløg o.l. kr. 400,- til Giro 53252 ella at veita okkum eina gávu, kontu í peningastovnum. Til ber at ringja 905656, so tekur Føroya Tele kr. 100,- frá tær og avroknar til Reyða Kross, sigur Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.
Tú finnur heimasíðurnar hjá Reyða Krossi í øllum londum við at leita á WWW.redcross.fo