Reyði Krossur Føroya hevur játtað 100 túsund krónur afturat til neyðhjálp í Libanon:
- Á fundi fyrrakvøldið avgjørdu vit at senda 100 túsund krónur afturat, hóast vit enn ikki vita, hvussu nógv er komið inn. So í alt hava vit sent 150 túsund krónur avstað, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi. Hann skoytir uppí, at skriv er sent til landsstýrið um at veita enn meira hjálp til Libanon.
Innkomnu pengarnir eru komnir umvegis tiltøk hjá Reyða Krossi, men somuleiðis hevur felagið fingið sera nógvar peningagávur sendandi.
Lítil ivi er um, at føroyski peningurin kemur væl við í arbeiðinum at fáa lívskorini hjá fólkinum í Libanon á eitt rímiligt støði, men enn vantar nógv í.
Altjóða Reyði Krossur hevur heitt á heimssamfelagið um at játta 475 milliónir tilsamans sum hjálp til íbúgvarnir í Libanon.
- Higartil hava vit í Føroyum sent 150 túsund krónur til Libanon. Lítið er betri enn einki, sigur Suni Vinther.
Peningurin frá Reyða Krossi verður brúktir til at útvega vatn, heilivág, mat, tjald og teppi til tey neyðstøddu í Libanon:
- Umboð frá Reyða Krossi hava verið í øllum býunum, sum liggja við ísraelska markið. Til nú eru um 1000 tons av neyðsynjarvørum bornar út, men nógvar eru ávegis, greiðir Suni Vinther frá.
Higartil hevur Altjóða Reyði Krossur bert boðað frá, at peningur skal sendast til Libanon. Hetta kemst av, at Reyði Krossur í Ísrael sigur seg megna at útvega hjálp til alt Ísrael.