Reyði Krossur veitir 300.000 til kreppurakt

Ein fittur partur av teimum 450.000 krónunum, sum innsavningin hjá Reyða Krossi gav nakrar tímar ein leygardag fyrr í heyst, verður nú sendur vanlukkuraktum fólki í Bangladesh, Karibiu og Afriku

Neyðhjálp

 

Reyði Krossur Føroyar hevur gjørt av at játta 300.000 krónur í neyðhjálp. Av hesum fara 200.000 til Bangladesh, 50.000 til Karibiu og somuleiðis 50.000 krónur til Afriku.

Súni Vinther, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroyar, sigur, at neyðhjálpin til Bangladesh verður veitt í sambandi við oyðileggjandi illveður, sum hevur rakt landið, og sama er galdandi fyri Karibiu. Hjálpin til Afriku fer til fleiri lond, sum eru vorðin yvirfloymd av regni.

- Hesar 300.000 krónurnar koma frá innsavingini við bússunum, sum skipað varð fyri ein leygardag fyrr í heyst. Innsavningin gav umleið 450.000 krónur og var ætlað vanlukkuraktum økjum úti í heimi.

Hann sigur, at Reyði Krossur Føroya vildi leggja uppfyri – um vit so kunnu siga - við hesi innsavning, tí tað er eingin hjálp, um felagsskapurin situr við tómum pengakassa, tá katastrofurnar raka. - Eftir innsavningina fór hesin peningur beinleiðis á kontu til kreppurakt øki, og nú hava vit so gjørt av, hvar hesar 300.000 krónurnar skulu brúkast, sigur Súni Vinther.

 

Tú fylgir við

Tað er Dansk Røde Kors, sum syrgir fyri, at penigurin kemur á rætt stað og soleiðis til tey kreppuraktu fólkini.

- Altjóða Reyði Krossur, sum hevur høvuðssæti í Geneve, setir upp eina ætlan um hjálpararbeiði. Felagsskapurin fylgir væl við, hvussu peningurin verður brúktur, og seinni kunnu fólk eisini lesa í frágreiðing á heimasíðuni, hvar peningurin fór.

Súni Vinther sigur, at øll kunnu fara inn á føroysku heimasíðuna www.redcross.fo og lesa um hjálpararbeiði, og haðani verður eisini víst til leinkjur hjá eitt nú Altjóða Reyða Krossi og nationalu felagsskapunum í fleiri ymiskum londum.

 

Takksamur leiðari

- Eg vil nýta høvi at takka øllum, bæði teimum, sum hjálptu okkum við at fyriskipa innsavningina, teimum, sum savnaðu inn fyri okkum – og ikki minst øllum teimum mongu, sum lótu eitt oyra til neyðhjálpararbeiði, sigur ein takksamur dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroyar, Súni Vinther.