Formaðurin í Reyða Krossi í Føroyum, Súni Vinther boðar í tíðindaskrivi frá, at innsavningin til flóttafólk úr Kosovo v.m., hevur givið 3.300 krónur. Hann takkar vegna Reyða Kross, og sigur seg vóna, at enn fleiri fara at taka undir við hjálparveitingini.
Til ber hjá teimum ið vilja stuðla at seta pening á konto í øllum peningastovnum og á giro-konto á posthúsunum.