Áheitan
Reyði Krossur í Føroyum sóknast eftir myndum, sum hava við arbeiði felagsins at gera. Myndirnar eru ætlaðar at brúka í einum minningarriti, sum ætlandi skal koma út til 75 ára stovningardagin hjá Reyða Krossi í Føroyum tann annan apríl í ár.
So tað er ikki tann nógva tíðin at savna myndir í, skilst.
Tað er soleiðis, at arbeitt verður í løtuni við at gera tekstin til minningarritið lidnan. Men tað vísir seg, at Reyði Krossur eigur sera lítið av myndatilfari, sum vísir til arbeiðið hjá felagnum hesi 75 árini.
Tí heitir felagið á fólk um at hjálpa til við at fá myndir til vega, sum hava eitthvørt tilknýti til Reyða Kross, persónar, sum hava havt við felagið at gjørt hesi árini, ella hendingar, sum á einhvønn hátt kunnu setast í samband við Reyða Kross. Tað verið seg innsavningar, uppseting av bjargingarkransum, luttøka á skeiðum, ella hvat tað nú skal vera.
Tey, sum hava onkra mynd, sum so ella so kann setast í samband við Reyða Kross, verða vinarliga biðin um at lána felagnum tær. Tær verð latnar eigaranum aftur.
Adressan hjá Reyða Krossi er:
Reyði Krossur í Føroyum
Postboks 1015
110 Tórshavn
Eisini ber til at venda sær til Suna Vinther í Tórshavn, sum síðan kann fáa myndirnar upp á pláss.
Suni Vinther er at hitta á tlf. 31 30 81, ella á skrivstovuni hjá Reyða Krossi, sum hevur tlf. nr. 31 96 30