Reyði krossur Føroya sendir 200.000 krónur í neyðhjálp til Myanmar, tað er fyrrverandi Burma.
Mett verður at fleiri enn ein hálv millión fólk eru rikin frá teirra heimum í Rakhine í Myanmar. Hetta er Rohingya-fólkið, muslimski minnilutin í Myanmar, sum flýggjar undir herinum. ST hevur kallað átakið hjá herinum fyri etniska útreinsan.
Forsetin í Myanar, Aung San Suu Kyi, hevur verið fyri hørðum atfinningum frá altjóða hjálparfelagsskapum av ymiskum slag. Hon fekk friðarheiðursløn Nobels í 1991, fyri sítt ikki-harðliga stríð móti hernaðarstýrinum, men nú noktar hon ST at kanna ákærurnar móti herinum.
Henda fólkaflytingin leggur eitt hart trýst á alla orku í økinum kring Cox Bazar í Bangladesh, sum er tað øki, hesi fólk eru komin til teir seinastu mánaðarnir. Tilsamans er mett, at eini 800.000 fólk eru nú komin til hetta økið.
Tørvurin á hjálp er ovurhonds stórur: mangul er upp á innivist, mat, vatn, reinføri, læknaliga og sálarliga hjálp, bara fyri at nevna nakrar heilt grunleggjandi tørvir. Hesi fólk kunnu ikki venda heim aftur til teirra øki vegna politiska forfylging.
Altjóða Reyði Krossur hevur sent eina áheitan út, har søgt verður eftir stuðli til hesi flóttafólkini.
Tørvurin á reinum vatni er stórur og tað er trupult at finna reint vatn i økinum.
Altjóða Reyði Krossur er í ferð við at gera eina ætlan, har sálarligur stuðul eisini verður veittur. Miðað verður eftir at hjálpa 15-16.000 fólkum
Í flóttafólklegunum í Hakimpara og Tasnimarkhola /Burma Para.
Serliga verður hildið eygað við einsamøllum kvinnum og børnum, av tí at hesi eru tey mest útsettu.










