Einki stórt tónleikatiltak uttan samarittarnar hjá Reyða Krossi. Mariann Øster frá Reyða Krossi greiðir frá, at tey hava mannað seg við 10 fólkum, 9 samarittum og einum aspiranti.
Vanligt er, at Reyði Krossur má finna eitt hølið til tey stóru tónleikatiltøkini, men hesaferð er høggligt hjá Reyða Krossi, tí hølini hjá Reyða Krossi eru mitt í konsertøkinum.
Mariann Øster sigur, at teir flestu skaðarnir vanliga henda aftaná midnátt.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Mariann Øster.









