Reyði Krossur gevur blað út

Reyði Krossur Føroya er farin undir blaðútgávu.Blaðið eitur Hjálp, og er ætlað sum kunningarblað til teirra, sum vilja vita meira um virki hjá Reyða Krossi

Blaðútgáva

Fyrsta útgáva av blaðnum Hjálp, sum Reyði Krosssur Føroya er farin undir at geva út, er komin.
Ætlanin við blaðum er at kunna um ta hjálp, Reyði Krossur roynir at veita, eins og víst verður á tann tørv, sum er ymsastaðni í heiminum, har Reyði Krossur eisini arbeiðir.
Temaið í fyrsta blaðnum er frágreiðing um tað arbeiðið, Reyði Krossur Føroya, saman við Dansk Røde Kors, ger á Filipsoyggjunum.
Samstundis sum fyrsta blaðið er komið út, er danska blaðkvinnan, Charlotte Toft, sum arbeiðir hjá Ransk Røde Kors, á vitjan í Føroyum, her hon hevur hildið fyrilestrar í Havn og í Klaksvík. Hon hevur greitt frá arbeiðinum á Filipsopyggjunum og víst ljómyndir haðani.
Eisini hevur verið sýnd fram ein plakat, sum ætlandi skal økja um áhugan hjá fólki fyri tí arbeiði Reyði Krossur ger.