Reyði Krossur á fund við al-Assad

Peter Maurer, sum tók við sum formaður í Altjóða Reyða Krossi tann 1. juli, kom í dag til sýriska høvuðsstaðin Damaskus, og í morgin skal hann á fund við forsetan, Bashar al-Assad. Hann skal eisini hitta uttanríkisráðharran, Walid Muallem, og nakrar aðrar ráðharrar.

Peter Maurer skal tosa við forsetan og ráðharrarnar um møguleikarnar at hjálpa neyðstøddum sivilfólki, og sjálvur sigur hann tað vera umráðandi, at Reyði Krossur og Reyði Hálvmáni arbeiða saman í Sýrialandi.

Higartil hava teir sýrisku myndugleikarnir avmarkað møguleikarnar hjá hjálparfelagsskapum at virka í landinum.