Reyði Krossur fingið borðbát

Henda stásiliga borðbát hevur ónevndur sett uttanfyri goymsluhølini hjá Reyða Krossi í einum avfallsposa, har onnur við hvørt geva okkum brúkt klæðir og líknandi. Reyði Krossur metir tí, at eisini hetta er ein gáva.

Nakrir tollar vóru brotnaðir og homlibondini uppturkað, men hetta er umvælt, umframt at báturin er vaskaður og smurdur.

Undir tiljuni frammi í skut stendur skriva:

»Hendan bátin hevur Jóhan Hentze, Skúvoy smíða í 1983 ? 83 ára gamal«

Báturin mátar 116 sentrimetrar millum stavnarnar.

Bátin ætlar Reyði Krossur ikki at selja, men vil fegin skifta hann um við ein vatnbrunn í Kambodia.

Um tú gevur okkum ein brunn, geva vit tær bátin.

Áhugaði kunnu vande sær til formannin í Reyða Krossi Føroya: suni@redcross.fo ella tlf. 283630