Nevndin í Reyða Krossi Føroya hevur nú gjørt av at senda 50.000 krónu í bráðfeingishjálp til tey londini í eystara parti í Afrika, har tey eru hart rakt av turki.
Hetta er ringasti turkurin í Eysturafrika í 60 ár og tað hevur elvt til hungursneyð, helst eru tað Kenja, Etiopia og Somalia, haðani myndin er,, ið eru hart rakt.
Reyði Krossur í Føroyum staðfestir, at longu nú eru eini 10 milliónir fólk rakt av turkinum, og útlit eru ikki fyri, at støðan fer at batna fyrr enn næsta ár.
Reyði Krossur er í økjunum og býtir út vatn og neyðhjálp til fólk, ið eru rakt av hungri og turka.
Við bráðfeingishjálp roynir altjóða samfelagið at fyribyrgja, at tann byrjandi hungursvanlukkan versnar, samstundis sum tað er ein roynd at linna pínuna hjá fólkinum í økinum.
- Hjálpin frá Reyða Krossi Føroya er eitt íkast til hetta.
- Hjálpa vit teim raktu beinanvegin við vatni og mati, fyribyrgja vit stórar flóttarfólkastreymar, ið bæði gera støðuna hjá flóttafólkunum sjálvum verri, umframt at tað leggur eitt hart trýst á tey økini, hagar tey flýggja.
Bráðfeingishjálpin upp á 50.000 kr. svarar til, at hvør føroyingur áleið eina krónu.
Saman við teimum 150.000, sum Portalurin í gjár skrivaði, at Uttanríkisráðið hevur latið, eru sostatt 200.000 krónur á veg úr Føroyum til Eysturafrika.
Men Reyði Krossur í Føroyum fer í næstum eisini at savna inn pening til tey hungurs- og turkaraktu í Eysturafrika.