Stuðulsinnsavningin til offrini eftir stríðið í Gaza hevur gingið so væl, at Reyði Krossur Føroya nú sendir 25.000 kr. afturat til neyðhjálp í Gaza.
Frammanundan hevur Reyði Krossur Føroya latið 50.000 kr. Hesin peningur er serliga brúktur til heilivág, bensin til sjúkrabilar, reint vatn og mat til børn, kvinnur og menn, ið vórðu særd í bardaganum.
Hóast Ísrael nú hevur sagt frá, at tað hevur tikið seg burtur úr Gaza, so eru viurskiftini í økinum so vónleys, at alheims Reyði Krossur er farin undir alneyðugu hjálpina til endurbygging. Umframt tey mongu særdu, ið sjúkrahúsini eru á tremur við, hevur restin av íbúgvarunum í Gaza eisini stóran tørv á neyðhjálp.
Eftir bardagan eru oyðiløgd heim, húsaleivdir og stór økir við djúpum bumbuholum.
- Júst nú er nakað av tí mest átrokandi at fáa hjálp fram til familjur, hvørs heim eru oyðiløgd. Tey hava tørv á teimum mest grundleggjandi lutunum sum plastikk, ið kann nýtast sum tak fyribils, madrassum, teppum v.m. Harumframt skal fást til vega reint vatn til øll, sigur Suni Vinther formaður Reyða Kross Føroya.
Reyði Krossur Føroya roynir at fáa økt krónutalið við 25.000 afturat, so at føroyingar kunna stuðla við samanlagt 100.000 kr. Tí heldur stuðulsinnsavningin fram. Vilt tú veita eina hjálpandi hond, so kanst tú seta pening inn á kontu Reyða Kross - kontur í føroysku peningastovnunum.
Til tess at savna meira av peningi inn til neyðhjálpina hevurr Reyði Krossur Føroya loppumarknað í Reyða Kross Húsinum í Vágsbotni í Havn leygardagin 31. januar frá kl. 10.00 til 15.00.
Hesin luppumarknaðurin er sermerktur við tað, at vit bert selja málningar, tekningar og myndrammur + plakatir og annað veggjaprýði.
- Hava tit okkurt at lata okkum, so høvdu vit verið fegin, um tit ringdu á tlf. nr 283630, siga tey í Reyða Krossi Føroya, sum ehvur konto í Eik: 9181 4950013, Føroya Banki 6460 4946954, Suðuroyar Sparikassi 9870 4051387, Norðuroya Sparikassi 9865 1003776 ella á Giro nr.77011.