Argjabáturin hevur vunnið FM níggju ferð, og harvið hevur eingin vunnið hesa kappingina oftari enn argjamenn. Inntil fyri tveimum vikum síðani var tað einki, sum bendi á, at Argjabáturin fór at megna at endurvinna FM heitið frá í fjør.
Kvívíkingur vann fýra teir fyrstu róðrarnar í ár, og tá ið Fríggjarin á Eystanstevnu akkurát megnaði at kíla seg inn ímillum Kvívíking og Argjabátin, sum annars hevði verið næstfremstur, so tóktist gullið at bíða eftir kvívíkingum.
Tey bæði seinastu vikuskiftini er tað púra vent upp og niður í hesi kappingini. Eitt er, at Argjabáturin so dyggiliga hevur svarað aftur við at vinna lutfalsliga sannførandi sigrar, og eitt annað er tað, at Kvívíkingur ikki bara hevur mist fremsta plássið, men eisini er dottin aftur á triðja plássið – bæði í Vestmanna og nú í Sørvági.
Støðan nú er soleiðis, at tað er lagt upp til finalu á Ólavsøku. Kvívíkingur er eitt stig frammanfyri Argjabátin. Tað vil siga, at um Argjabáturin verður eitt pláss frammanfyri Kvívíking í síðsta róðrinum, so fer at standa á jøvnum í stigum, og so verður úrslitið á Ólavsøku avgerandi.
Um mett verður út frá gongdini higartil, so er einki forgjørt í at meta, at Argjabáturin nú er favorittur at vinna FM fyri tíggjundu ferð. Men nú fæst at síggja. Felags fyri Argjabátin, Kvívíking og hinar bátarnar er, at teir nú hava meiri enn tvær vikur at fyrireika seg í. Eisini Fríggjarin, sum hevur góðan møguleika at vinna á Ólavsøku og harvið at bjarga árinum, ið annars ikki heilt hevur hilnast soleiðis, sum miðvingar høvdu ætlað tað.
Fríggjarin var leingi fremstur í Sørvági, og tað sá út til, at Fríggjarin ætlaði sær at vinna. Men tað vildu argjamenn ikki. Argjabáturin legði seg á odda, og Argjabáturin var ein lítlan hálvan skut frammanfyri Fríggjaran, sum vann við einum skuti á Kvívíkingi.
Aftur hesa ferð var Árnfirðingur leingi við, men enn eina ferð datt Árnfirðingur aftur av, og kom á mál meiri enn eina bátslongd aftanfyri Kvívíking. Knørrur vann innanhýsis kappingina í høvuðsstaðnum við Ørv um at sleppa undan aftasta plássinum.
1 Argjabáturin 07:06.20
2 Fríggjarin 07:07.08
3 Kvívíkingur 07:08.00
4 Árnfirðingur 07:12.23
5 Knørrur 07:24.19
6 Ørvur 07:30.09
Støðan
1 Kvívíkingur 38
2 Argjabáturin 37
3 Fríggjarin 31
4 Árnfirðingur 26
5 Knørrur 15
6 Ørvur 15