Reyðfiskurin boðar frá góðum

Skjótt 88 ára gamli Christian Høgnesen sigur tað boða frá góðum, tá so nógvur fiskur er at fáa nær landi At aldurin ikki nýtist at vera nøkur forðing, var túrurin hjá Christiani úti í Oyri, sum hann eisini verður róptur, og abbasoninum, Jóhan Mikkjalson, eitt gott dømi um.

Dávur Winther var skjótur á støðni, tá menninir komu aftur, og hann segði frá teimum báðum, at teir høvdu fingið gylt av fiski báðumegin Skálanes. Einar 70 fiskar við einum stampi.

- Ja, so nógv tal minnist eg ikki á mong Harrans ár, bert við einari línu, segði Christian.

- Hetta boðar frá góðum! At fáa so nógvan og so góðan fisk so nær landi við so lítlari roynd, sigur mær, at vit hava gott í væntu, vissaði tann 87 ára gamli útróðrarmaðurin um.

Ofta verður tikið til, at royndirnar vita eins væl at siga sum frøðin. Í øllum førum kennir Christian sjógvin sum fáur. Hann er fróðarmaður og dugir væl at siga frá. Tá ið hann legðist uppi fyri nøkrum árum, fór hann at egna á Stongunum. Men so skjótt ein løta beyðst, hevur hann flotið við Snoldringi, sum bátur hansara eitur.

Í vár gavst Christian við at egna, tí hann helt, at teir yngru skulu sleppa framat. Og at teir vóru nógvir, sum buðu seg fram ? fegnast Christian um.

- Tað kann vera, at fiskifrøðingarnir vitan nógv um hvussu fiskurin ferðast, men teir kundu tað sama havt spurt meg um tað, sigur hann við einum smíli.