Pepe Reyna í málinum hjá Liverpool tóktist annars hava tamarhald á støðuni, tá Darren Bent royndi seg eftir fimm minuttum. Men ein reyð ballón lá eisini á vøllinum, og tá bólturin rakti hesa, gjørdist málverjan púrasta forvirraður, og so streyk bólturin í málið.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, og so misti Liverpool aftur týðandi fert í oddastríðnum, eftir at teir seinastu vikurnar hava vunnið seg heilt upp ímóti Chelsea og Manchester United.
Meistararnir úr United vunnu seg upp á oddasessin við 2-1 sigri móti Bolton, meðan Chelsea á útivølli tapti 2-1 móti Aston Villa.
Úrslitini í Premier League í dag:
Aston Villa-Chelsea 2-1
Arsenal-Birmingham 3-1
Everton-Wolves 1-1
Manchester United-Bolton 2-1
Portsmouth-Tottenham 1-2
Stoke-West Ham 2-1
Sunderland-Liverpool 1-0
Í morgin eru tveir dystir. Teir eru Blackburn-Burnley og Wigan-Manchester City.