Nú mugu vit vera á varðhaldi so at vit ikki eisini fáa eitt krav úr USA um at gevast at drepa grind.
Tað halda fleiri tinglimir, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at forða fyri, at kópur verður avlívaður í sambandi við aling.
USA hevur gjørt greitt, at skulu vit framhaldandi sleppa at útfyta aldan laks til USA, skulu stig takast til at forða fyri, at kópur verður avlívaður í sambandi við alingina.
Tað verður hann onkuntíð, tí hann er naskur og kann gera rættiliga stóran skaða tí at hann amast upp á alibrúkini eftir laksi og tí tí sambandi kann hann bæði taka nógvan laks, og oyðileggja nótirnar.
Og USA hevur gjørt okkum greitt, at vit skulu hava fingið hesi viðurskifti í rættlag í seinasta lagi nú 15. mai, annars verða vit útihýst á amerikanska marknaðinum.
Tí hevur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið til skundviðger um at broyta alilógina, soleiðis at tað verður sett bann fyri -tilætlað- at avlíva kóp í sambandi við aling.
Men í hesum sambandi fóru tær reyðu lampurnar at lýsa hjá fleiri løgtingslimum, tí tey ávaraðu ímóti, at hetta má ikki verða byrjanin til fleiri slík krøv.
Vit mugu gera okkum púra greitt, at hetta má ikki bara er tann fyrsti steinurin, sum nú fer á rull, halda fleiri løgtingslimir.
Tað tey ávarað ímóti er, at nú amerikanarar krevja, at vit ikki skulu drepa kóp, mugu vit ansa eftir, at tað ikki koma fleiri slík krøv, soleiðis at tað næsta verður, at vit heldur ikki skulu drepa grind.
Løgtingslimir gjørdu greitt, at vit mugu standa fast um okkara rætt til at gagnnýta tað náttúrutilfeingi vit hava og at vit ikki mugu lata okkum hótta til at víkja frá tí.
– Tað er ein heilt øgiliga prinsipiellur spurningur, halda løgtingslimir.
Løgtingslimir vístu eisini á, at hvørt verða kópur og springarar í tíggjutúsundatali avlívaðir í nótum hjá amerikanskum fiskiskipum, men nú brúkar USA so hetta høvi til at gera vart við seg mótvegis eini lítlari tjóð.
Bill Justinussen, løgtingsmaður, heldur, at tað er totalt óetiskt av amerikanarum at seta krøv sum hesi.
– Í USA er skipað deyðarevsing og tað er totalt óetiskt at tey samstundis ganga so høgt upp í, at vit skulu ikki drepa kóp, sigur hann.
Hann heldur eisini, at tað er rættiliga óbehagiligt at vera sameind við eitt land, sum hevur skipaða deyðarevsing. Men, hvørki vit, ella onnur, plaga at blanda ikki handilspolitikk og mannarættindini saman.
– Skulu vit gera tað, kunnu vit ikki útflyta nakrastaðni, tí tað er næstan ongastaðni, at mannarættindi verða hildin til fulnar.
– Men eg vildi ynskt at vit høvdu styrki til at vit kundu boða USA frá at vit vilja ikki selja tykkum laks fyrr enn tit avtaka deyðarevsing.
Helgi Abrahamsen sigur, at hetta snýr seg ikki um at friða kóp, men einans um at forða fyri at kópur, tilætlaður, verður avlívaður í sambandi við aling.
Hann ásannar, at hetta er ein rættiliga prinsipiellur spurningur, og sjálvandi er tað eitt mark fyri, hvat vit skulu góðtaka.
Men kópur hevur ongan búskaparligan týdning fyri Føroyar yvirhøvur, samstundis sum at vit útflyta til USA fyri 900 milliónir um árið, har nógv tað mesta er alilaksur.
– So í hesum føri er avgerðin løtt at taka, sigur Helgi Abrahamsen.