Reyða kortið stendur við

Kappingarnevndin hjá FSF hevur ikki gingið kæruni hjá Argja Bóltfelag, um reyða kortið hjá Jónasi Stenberg í dystinum móti KÍ, á møti.

 

Tað var tíggju minuttir fyri hálvleik í landskappingardystinum millum KÍ og AB sunnudagin, at liðskiparin hjá AB, Jónas Stenberg, fekk beinleiðis reytt kort. Dómarin metti at hann feldi KÍ spælaran, Kristoffur Jakobsen, sum var staddur í brotsteiginum hjá AB og var leysur móti málinum.

 

Sjónbandamyndir í bæði 3-2 og upptøkur hjá Jóhan Thomsen vísa greitt, at talan ikki er um brotsspark. Tí valdi Argja Bóltfelag at kæra reyða kortið við vón um, at leikbannið hjá Jónasi Stenberg verður strikað.

 

- Vit hava ikki siðvenju í at nýta sjónbandaupptøkur sum prógv í samband við hendingar, sum dómarin hevur sæð og dømt. Tí hava vit valt ikki at ganga kæruni á møti, sigur Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssamband Føroya.

 

Eitt afturvendandi argument fyri ikki at brúka sjónbandamyndir sum prógv er, at tað er so ymiskt við góðskuni á upptøkunum. Eisini er tað mangan bara eitt upptøkutól til teir flestu dystirnar og at tað ikki er nokk til at avgera hvat er farið fram í fleiri førum. Millum annað hevur verið víst til hendingar í eitt nú Premier League ella endaspølum, tá fleiri enn tjúgu upptøkutól heldur ikki kunnu staðfesta neyvt hvat er farið fram.

 

Sostatt verður Jónas Stenberg ikki við, tá AB sunnudagin tekur móti TB í 14. umfari í Effo-deildini.

 

Hendingin kann síggjast við at trýsta HER

 

(Upptøkur og klipping – Jóhan Thomsen)