Reyða kortið avgerandi

Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, heldur, at lið hansara stóð seg væl stóran part av fyrra hálvleiki, men at hepna málið og útvísingin av Pól Thorsteinsson vóru avgerandi fyri dystin.

- Eg haldi, at vit standa væl ein stóran part av fyrra hálvleiki. Vit vistu, at EB/Streymur fór at hava bóltin nógv, men eg haldi vit gera tað gott, og koma eisini fram til nakrar kjansir.
- Men so fáa teir eitt heppið mál, og seinni vit ein mann útvístan og tá gjørdist tað trupult. Við einum manni í yvirluta var EB/Streymur eitt ov gott lið til okkum, og mótbrekkan gjørdist ov stór, helt Trygvi Mortensen eftir dystin.
Hetta er triðja tapið hjá runavíkingum á rað, men Trygvi Mortensen ber tó ikki ótta fyri, at hansara menn eru farnir niður við flagginum nú.
- Eg trúgvi, at mínir menn nú eru grammir at vaska tapini av sær, og tí verður tað ikki nakar trupulleiki til næsta dyst.
Trygvi Mortensen heldur ikki, at meistaraheitið endaliga er rokið, men hann ásannar tó, at tað verður ein trupul uppgáva at fáa EB/Streym aftur.
- Vit hava 18 stig eftir at spæla um og teimum fara vit eftir, og so mugu vit bara síggja hvussu langt tað ber, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ.
-rwd