Á jólum yvirtóku Rúni Djurhuus og Haldan Haldansen, sum frammanundan eiga og reka Rex, Garðin, sum Havgrímur Johannesen hevur havt.
Rúni Djurhuus sigur við Portalin, at nýggju eigararnir fara at reka Garðin sum higartil í eina tíð aftrat, tó við meiri undirhaldi.
- Eftir fyrsta vikuskifti í januar verður Garðurin stongdur einar tvær ella tríggjar vikur, tá vit fara at pussa hølini upp og fara at fremja nakrar dagføringar.
Hann sigur, at tá hølini lata uppaftur, verður tað undir øðrum og nýggjum navni.
Spurdur, hvønn aldursbólk Garðurin fer at venda sær til í nýggja konseptinum, sigur Rúni, at tað verður eitt loyndarmál fram til, at latið verður uppaftur.
- Vit hava rikið Rex saman í fleiri ár, og her hava vit trúgvar gestir í aldursbólkinum 21-40 ár. Hvussu Garðurin fer at verða rikin í framtíðini, og hvønn aldursbólk vit fara at leggja okkum eftir, verður fyribils eitt loyndarmál, sum hann tekur til.
Tað eru serliga ung, sum hava vitjað Garðin, og nú ætla Rúni Djurhuus og Haldan Haldansen at gera eina roynd at veksa um áhugan fyri Garðinum.
- Vit fara at gera okkara besta, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka, sigur hann.










