Rex villleiddi við Frændum

Rex villleiddi viðskiftafólkini, tá ið klubburin einaferð mitt í summar lýsti í Sosialinum við, at Frændur skuldi spæla í Rex. Í lýsingini var mynd við teimum trimum frontmonnunum í Frændum.

Men tá ið avtornaði, var tað bara Eyðun Nolsøe við og hann spældi við egnari manning.

Hetta varð kært til Brúkaraumboðið, sum er komið til ta niðurstøðu, at hetta var villleiðandi marknaðarføring og at Rex ikki sýndi góðan marknaðarføringssið.

Brúkaraumboðið sigur, at lýsingin kann hava givið brúkaranum ta fatan, at allir tríggir á myndini fóru at vera við í Frændur-manningini, sum spældi á Rex hetta vikuskifti og at hetta kann eisini hava ávirkað eftirspurningin eftir atgongumerkum.

Við tað at bert ein av persónunum á myndini í lýsingini var á pallinum í Rex, metir Brúkaraumboðið, at brúkarin ikki hevur fingið tað virðið fyri pengarnar, sum hann kundi vænta eftir lýsingini.

Brúkaraumboðið sigur, at umboð fyri REX hava tikið undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum og at hann tí ikki ger ikki meir við málið.