REX-markisur alt árið

Hóast markisur ofta verða settar í samband við summar og sól, er hetta nakað sum fólk hava gleði av alt árið, siga teir báðir Oluf Mortensen og Martin Berg frá Fa. Foreks, ið hava spesialiserað seg í markisum til øll endamál

Ein markisa er í veruleikanum eitt flytbart tak, sum kann flytast inn og út og upp og niður alt eftir tørvi og eftir veðrinum. Tað heilt serliga við REX-markisunum er at tær kunnu leggjast niður til ein vinkul upp á 45 stig.  
 
Markisurnar eru lættar at koyra út ella leggja saman. Møguleikarnir eru fleiri, bæði manuelt og elektroniskt og eisini við fjarstýring. Vindur er eingin trupulleiki tá er bert at leggja markisurnar saman, so taka tær ongan vind á seg. 
 
Markisur kunnu brúkast allastaðni, til sethúsini, frítíðarstaðið og á arbeiðsplássinum. Til altanir, terassir og til framsýningarvindeygu.
 
Við REX- markisunum eru nógvir møguleikar at velja ímillum, og tær fáast í øllum støddum og alskyns litum. 
 
REX-markisurnar eru gjørdar í Norra. Tær eru haldbarar og væl egnaðar til føroyska veðurlagið. Allir høvuðslutir eru úr aluminium og sostatt rustfríir. Høga góðskan á REX-markisum, er orsøkin til at júst REX-markisur eru so vælegnaðar til serliga føroyska veðurlagið. Oluf Mortensen og Martin Berg hava verið á verksmiðjuni og sett seg væl inn í nýtslu og uppseting av REX-markisunum. 
 
Teir siga báðir, at hesa tíðina teir hava umboða markisurnar, merkist longu eina broyting í hugburðinum. At byrja við var vanligi hugburðurin hjá fólki, at vit í Føroyum hava so lítið av sól og hava tí ikki brúk fyri markisum, meðan vanligi hugburðurin í dag er, at hetta er júst tað vit hava mangla í Føroyum. Um ein veruliga ætlar at fáa gagn av altanuni ella terassuni, so er hetta eitt "must". Fyrimunirnir eru nógvir.  
 
Við markisum ber t.d. til at sita uttandura um veðrið ikki er so gott og tað kanska sirmar ella regnar eitt sindur. Heldur ikki er óvanligt, at hava snórar undir markisunum, soleiðis at klæðini torna væl, hóast tað ikki er so turt í veðrinum.   
 
Oluf og Martin siga, at teir leggja stóran dent á góða tænastu. Teir seta markisurnar upp, alt eftir hvat kundin ynskir, og vegleiða kundan um, hvussu tær skulu brúkast, og hvat ansast skal eftir. 
 
Telefonnummarið hjá Fa. FOREKS er 225840 ella 225841, teldupostadressan er: markisur@gmail.com. Í løtuni verður ein heimasíða gjørd klár við adressuni: www.markisur.fo