REX letur upp fyri ungdóminum

REX fer framyvir at hava opið fyri øllum ungdómi yvir 15 ár.

REX fer framyvir at hava opið fyri øllum ungdómi yvir 15 ár.

 

Hettar merkir, at nú sleppa ung undir drekki aldrinum eisini, at fáa eitt stað í býarlívinum. Tó fer REX ikki at selja rúsdrekka, tí teir fyri einum mánaði síðani søgdu skeinkiloyvið frá sær. Fyrsta roynd teirra við diskoteki fyri ung, verður leygardagin 3. Desember, har kendi danski sangarin Blak kemur at framføra.

 

Millum tey ungnu verður tosað um ,at  hetta er ein góður møguleika tey hava fingið, tí leingi hevur teimum manglað innivist í býnum í Havn.

 

Eigarin av REX, Rúni Djurhuus sigur soleiðis um teirra nýggja tilboðið.

 

-Vit hava leingi vita, at tey ungu mangla eitt stað í býarlívinum. Og vit ætla nú at geva teimum ein møguleika at hava eitt stað inni, undir skipaðum viðurskiftum av okkara vaktum, sum allir eru professionellir, og hava verið á vaktarskeið, sigur Rúni Djurhuus.