Rex hevur opið leygarkvøldið

Rás2 hevði í dag eina frágreiðing um, hvat skeinkingarstøðini hava loyvi til um høgtíðina Frágreiðingin var ikki heilt røtt.

 

Loyvisnevndin sigur, at Rex í Havn ikki kann hava privat ball eftir midnátt skýrishóskvøld.

 

- Men sambært loyvi okkara hava vit loyvi til at hava opið leygarkvøldið og sunnunáttina, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Rex.