Revurin við silkiturriklæðinum

Í Sjónleikarhúsinum verða hetta vikuskiftið seinastu almennu sýningarnar av fyrsta leikverkinum hjá Karavella Marionett-Teatri.

Á ólavsøku hevði nýstovnaða Karavella Marionett-Teatur frumsýning av leikinum “Revurin við silkiturriklæðinum”. Síðani hevur leikhúsið ferðast kring landið og spælt í skúlum og barnagørðum. Nú verða so seinastu almennu sýningarnar í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum leygardagin og sunnudagin kl. 15 og 17.

Leikurin er bygdur á klassiska ævintýrið hjá Charles Perrault (1628 – 1703): “Le chat botté” - Køtturin í stivlum". Hendan útgávan av søguni snýr seg um seymikonudóttrina Elisu, sum stendur einsamøll eftir í verðini. Tá bjóðar ein revur seg til at hjálpa henni, um hann fær tað kærasta, hon eigur, nevniliga silkiturriklæði, sum er einasta minni hon hevur eftir deyðu mammu sína.

- Revurin nýtir allar snildir at forsyrgja henni, lýgur og lumpar, men endamálið er gott: Tey góðu fáa løn fyri sítt álit, og tey óndu verða snýtt. Leikurin er um 40 minuttir og er fyri børn og barnligar sálir. Marionettleikir og ævintýr hava tað til felags, at tey eru fyri allar aldrar, verður sagt í tíðindaskrivi.

Karavella Marionett-Teatur hevur í løtuni 13 leikarar. Rakel Helmsdal er leikhússtjóri og hevur skapt leikararnar, leikhúsið, skrivað leikin og spælir allar leiklutirnar. Hon hevur fingið holla hjálp frá Ole Jakob Nielsen - Føroysk Træslist - til at smíða leikhúsið, og Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað.

Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hava staðið fyri ljós- og ljóðtøkni.