Revsitiltøkini spøkja enn

Tá fiskimálaráðharrarnir í ES-londunum hittast til fundar í næstu viku, fer bretska stjórnin at krevja eina frágreiðing frá ES-nevndini um, hvørjar ætlanir hon hevur viðvíkjandi revsitiltøkum ímóti Føroyum og Íslandi orsakað av makreltrætuni. Tað skrivar Thefishsite.com.

Fundurin hjá fiskimálaráðharrunum verður 13. og 14. mai, og Maria Damanaki, fiskivinnukommiserur, umboðar ES-nevndina á fundinum.

Á fundinum, sum írski fiskimálaráðharrin, Simon Coveney, er vertur fyri, skulu ráðharrarnir kjakast um møguligar broytingar í fiskivinnupolitikkinum hjá samveldinum. Írland hevur í løtuni formansskapin í ES.