Revsirættarliga ráðið valt

Við gildi frá 1. mars 2010 er revsirættur yvirtikin sum føroyskt sermál. Løgmaður hevur avgjørt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum landsstýrisins vegna skal umsita økið. Til at ráðgeva landsstýrismanninum í innlendismálum á hesum týdningarmikla øki hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, avgjørt at seta eitt revsirættarligt ráð, sum er mannað við fakfólki, sum hava tilknýti til revsirættarliga økið.

Uppgávan hjá revsirættarliga ráðnum er:

1) at viðgera og ummæla revsirættarligar spurningar og aðrar prinsipiellar spurningar viðvíkjandi ásetingum av fyrisitingarligum reglum, heruppí at ummæla/umrøða ítøkiligar lógarbroytingar,

2) ráðið kann av sínum eintingum gera tilmæli til landsstýrismannin um ynskiligar ella neyðugar lógarbroytingar,

3) ráðið skal fylgja við hvørjar revsirættarligar broytingar verða gjørdar í hinum Norðurlondunum, og tað skal gera eina meting um tað eisini í Føroyum eiga at verða framdar líknandi lógarbroytingar.

Fyri at fáa eina so breiða fakliga umboðan sum til ber í ráðnum hevur Annika Olsen, landstýriskvinna, valt fylgjandi limir í revsirættarliga ráðið:

? Henrik Møller, adm. sorinskrivari, vegna dómsvaldið

? Karen Marie Olesen, fúti, vegna ákærumyndugleikan og Politiið í Føroyum

? Karin Kjølbro, kriminalforsorgarleiðari, vegna Kriminalforsorgina

? Hanna Vang, adjunktur, cand. jur. vegna Fróðskaparsetrið, søgu- og samfelagsvísindaliga deildina

? Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, vegna Advokatfelag Føroya

? Nella Festirstein, deildarstjóri í løgmálum í Innlendismálaráðnum

Innlendismálaráðið útvegar ráðnum skrivara og aðra skrivstovuhjálp