– Revsingin skal herðast

– Samtyktin forðar ikki fyri, at fólk mótmæla, tí tað skulu tey sjálvandi hava rætt til, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum átti uppskotið til samtyktar um Sea Shephard, sum løgtingið samtykti í dag.

Men spurningurin er so, hvussu uppskotið, sum var samtykt við 18 atkvøðum, skal kunna fremjast í verki, so tað fær ein virknað og ikki bara verður eitt signal uttan ítøkiligt innihald.

– Mest einfaldi mátin at fremja uppskotið, er at herða revsingina í grindareglugerðini til eisini at umfara, at tú ikki skalt kunna hótta við at gera teg inn á tann hvørsmansrættin, allir føroyingar eiga til at drepa grind, sigur Høgni Hoydal.

Hoyr samrøðuna við tjóðveldisformannin við at trýsta á pílin undir myndini.