Revsingin ásett klokkan 10

Sambært fráboðan frá Føroya Rætti fellur dómurin um revsingina av Milan kolovrat klokkan 10 í morgun.

Soleiðis sum fleiri mettu, játtaði kroatin seg sekan í drápinum av Pidda Hansen á rættarfundinum í gjár, men fyri ákæruvaldið var tað ein søk um »too little too late«.

Ákærin slúkti ikki rátt pástandin hjá Milan Kolovrat um, at hann hevði tveitt Pidda á streymasjógv, og spurningurin er eisini, um nevningar og dómari lata hesa upplýsing koma dømda manninum til góða við niðursettari revsing.

Tað er neyvan nakað at ivast í, at hevði Milan Kolovrat komið við hesari frágreiðingini beinanvegin tá rættarmálið byrjaði, hevði tað komið honum tilgóða. Nú kann hendan játtanin av skuld lættliga síggjast sum ein roynd at hølva nøkur ár av revsingini.

Tað eru nevningarnir, sum saman við dómaranum, Henrik Møller, skulu avgera, hvussu long fongsulsrevsingin skal vera, og har er ásetingin soleiðis, at eru nevningar og dómari ósamd um longdina, so er tað lægra áramálið, sum verður við yvirlutan.