Um stjørnuframherjin hjá Uruguay, Luis Suarez fær viðhald í altjóða ítróttardómstólinum, CAS, so kann hann fáa revsingina munandi linkaða, sum hann fekk fyri at bíta Giorgio Chiellini hjá Italia í HM-dystinum millum Italia og Uruguay.
Suarez hevur alment biðið um umbering fyri hendingina, og vónar nú at fáa viðhald frá altjóða ítróttardómstólinum, CAS. Suarez skal saman við umboðum fyri nýggja felag sítt, katalanska stórfelagið, FC Barcelona møta í CAS-rættinum í Lausanne í Sveis, fríggjadagin í komandi viku.
Sambært enska blaðnum "The Guardian" kann ein avgerð fella fáar dagar aftaná, og fellir hon til fyrimuns fyri Luis Suarez, so kann hann byrja at venja saman við nýggju liðfeløgunum í FC Barcelona. Um hann ikki fær viðhald, so kann hann ikki spæla dyst fyrr enn seinast í oktober.