Revsingin fyri kynsligan ágang, eigur at verða herd. Tað heldur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin. Men hon sigur, at vit eiga eisini at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk fyri at forða fyri, at slíkt hendur.
Og nú fer Annika Olsen at reisa spurningin á Føroya Løgtingi, har hon fer at biðja um eina frágreiðing frá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, um hesi viðurskifti.
Hesar seinastu dagarnar hava tvey mál um kynsligan ágang verið fyri í Landsrættinum. Annað málið snúði seg um, at ein ung kvinna varð neyðtikin, og hitt málið var um ein eldri mann, sum hevði gjørt seg kynsliga inn á tríggjar dreingir.
Í báðum førum dømdi Landsrætturin teir ákærdu harðari revsing enn Føroya Rættur gjørdi. Maðurin, sum hevði neyðtikið kvinnuna, fekk átta mánaða fongsul í Landsrættinum, har Føroya Rættur hevði dømt hann at sita í seks mánaðir. Tann eldri maðurin, sum hevði gjørt seg inn á tríggjar dreingir, fekk fýra ára fongsul í Landsrættinum, og tað er eitt ar longri enn Føroya Rættur dømdi hann at sita.
Hóast báðir dómar vórðu herdir nakað í landsrættinum, benda dómarnir á, at hvørki Føroya Rættur, ella Landsrætturin meta, at viðmerkingarnar í donsku revsilógini um kynslig brotsverk, eru galdandi í Føroyum.
Hóast føroyska revsilógin varð dagførd í 2016, er tað ikki nágreinað í viðmerkingunum, at revsingin fyri kynslig brotsverk skuldi hækkast, eins og tað er í Danmark,
Landsrætturin hevur boðað frá, at politiski myndugleikin í Føroyum eigur at koma við eini greiðari fráboðan um, at teir eisini vilja hava, at slík brotsverk verða dømd harðari í Føroyum gjørd, eins og politiski myndugleikin í Danmark hevur gjørt.
Og í næstu viku fer Annika Olsen so at reisa spurningin í Løgtinginum, har hon fer at spyrja løgmann, hvørja áskoðan hann hevur, og um ætlanin er at gera nakað á økinum.