Eitt uppskot við ikki færri enn 52 broytingum í revsilógini er komin á tingborð Annika Olsen, landsstýriskvinna i innlendismálum, hevur í dag lagt fram uppskot fyri Løgtingið um at dagføra revsilógina.
Galdandi revsilóg er frá 1939, men sambært uppskotinum skal hon nú dagførast við ikki færri enn 52 broytingum.
Innlendismálaráðið sigur, aty endamálið við uppskotinum er at dagføra føroysku revsilógina við atliti til tøkniliga og aðra samfelagsmenning, seinastu árini. Størstu broytingarnar, ið skotnar verða upp at gera í uppskotinum, eru at taka av revsingina hefti, at hækka revsingina fyri ymisk brotsverk, so sum neyðtøku, harðskap, óvilja manndráp, at revsa ymisk seksuel brotsverk framd móti børnum og at leingja fyrningina fyri ymisk brotsverk.