Anfinn Kallsberg skjýtur upp, at grein 14 í mannarættindasáttmálanum heldur skal takast við í revsilógina enn grein 266 b í revsilógini.
Finnur Helmsdal vísir á, at hann hvørki er løgfrøðingur ella hevur arbeitt burtur av við revsilógini, men at tað altíð hevur verið hansara greiða fatan, at revsilógin eigur at vera tann mest neyva av øllum.
– Grein 14 er so rúm fyri tulkingum, at ein dómari aldrin kann brúka hana at døma við, sigur Finnur Helmsdal, sum eisini ivast stórliga í, um danska Fólkatingið yvirhøvur hevði góðtikið hetta.









