Tað hevði annars gingið eftir ætlan hjá franska Julian Alaphilippe í Tour de France, sum eftir dagsins tein, sum var tann fimti í kappingini, ikki misti nøkur sekund, og harvið varðveitti tað gulu føraratroyggjuna, sum hann hevur havt síðani annan teinin.
Les eisini: Stórtalentið streyk framvið í spurtinum
Men eftir at súkklararnir vóru komnir á mál í dag gjørdist kortini greitt, at Julian Alaphilippe ikki varðveitir ta gulu troyggjuna í kappingini kortini. Orsøkin er nakað so neyðarsligt sum ein dunkur við vatni, ið nú kostar honum dýrt.
Julian Alaphilippe tók ímóti einum dunki við vegjaðaran. Hetta er ikki loyvt tá ið minni enn 20 kilometrar eru eftir av teininum, og tískil fær Julian Alaphilippe 20 sekund í revsing.
Tey 20 sekundini hava við sær, at Julian Alaphilippe dettur heilt aftur á eitt 16. pláss í samlaðu kappingini. Cyclingnews skrivar, at Alaphilippe viðurkennir, at hann tók ímóti einum dunki við vatni. Hetta prógvaðu sjónvarpsmyndirnar eisini.
Adam Yates frá liðnum Mitchelton - Scott, sum fram til nú hevur verið nummar tvey í samlaðu kappingini, yvirtekur gulu føraratroyggjuna.
- Eg vænti ikki, at nakar súkklari ynskir at fáa føraratroyggjuna á hendan hátt. Eg havi júst funnið útav tí. Men eg ætli mær so at súkkla í henni í morgin, segði Adam Yates við miðlarnar stutt eftir at hann var komin á mál.
Samlaða topp 5-støðan í Tour de France sær nú soleiðis út:
1. Adam Yates (Mitchelton - Scott) 22:28:30
2. Primož Roglič (Team Jumbo-Visma) + 0:03
3. Tadej Pogacar (UAE-Team Emirates) + 0:07
4. Guillaume Martin (Cofidis) + 0:09
5. Egan Bernal (INEOS Grenadiers) + 0:13










