Revsaðir fyri øll mistøk

– Okkara størsti feilur var, at vit ikki kláraðu at halda konsentratiónina í seinna parti av báðum hálvleikunum. Gjørdu vit eitt mistak, revsaðu sveisararnir tað beinanvegin, sigur toppskjúttin hjá Føroyum, Heini Hanusarson

HONDBÓLTUR

 

Hóast Heini Hanusarson enn eina ferð gjørdist føroyskur toppskjútti – hesa ferð við átta málum – var hann verri enn so nøgdur við tað, sum hann og liðið avrikaðu ímóti Sveis leygarkvøldið.

– Gamaní, skjeyt eg átta mál í dystinum, men eg brendi so sanniliga eisini nógv, er erliga staðfestingin frá kollfirðinginum, sum fekk sjey av sínum átta málum fyri steðgin og enn eina ferð við sínum málum var høvuðsorsøk til, at føroyska byrjanin ikki sá so galin út.

– Okkara størsti feilur var, at vit ikki kláraðu at halda konsentratiónina í seinna parti av báðum hálvleikunum. Gjørdu vit eitt mistak, revsaðu sveisararnir tað beinanvegin. Og hinvegin, so megnaðu vit ongantíð at leggja stórvegis trýst á teir.

Hann nevnir sum dømi um vantandi konsentratión, at fleiri føroyskir kjansir, ið áttu at givið mál, blivu søplaðir burtur:

– Vit gjørdust ofta so bilsnir av at vera fríir ímóti sveisiska málinum, at vit púrasta gloymdu at hyggja at málmanninum, sum tí aftur hesa ferð hevði yvirtakið á okkum, sigur Heini, sum hevur ilt við at síggja nakað frá dystinum, sum føroyska liðið kann byggja víðari á.

– Tá vit so fáa ein slíkan avsmurning, sigur tað seg sjálvt, at har er ikki nógv, vit fáa brúkt til nakað. Men vit hava so verið saman í tríggjar dagar, og tað er gott. Somuleiðis er tað positivt, at vit fylgja teimum ta fyrstu løtuna, men tað er so tað. Sveis er bara hetta betri enn vit, og tað vísir okkum, at hetta er hondbóltur á nógv hægri stigi, enn vit kenna til heima í Føroyum.