Revsaðir í Aalborg

Føroyska U-21 landsliðið tók ikki av møguleikunum og blivu revsaðir av einum effektivum og góðum donskum liðið. 4-0 avmyndar ikki munin í møguleikum, men í neyvleika og effektiviteti

Tað er staðfestingin, eftir at føroyska U-21 landsliðið fríggjakvøldið spældi EM undakappingardyst móti Dan­mark á Aalborg Stadion. Tað kundi verið so annarleiðis, um vit fingu mál fyrstu løtuna, vóru meiri avgjørdir í verjuni og skoraðu uppá gylta møguleikan í seinna hálv­leiki, men eftir stendur eitt fýra málstap, ið ikki heilt avspeglar av­rikið í Danmark. Tríggir útidystir og trý tap hava sett sín dám á stemn­ingin rundanum U-21, sum nú má reisa seg.

Góð byrjan
Tað byrjaði væl. Føroysku áskoð­ararnir sungu av fullum hjarta við til bæði tjóðsangin og kendar fót­bóltssangir. »Runt um allar fót­bóltsvøllir buka vit tær stóru stjørn­ur, fá vit eru, men tó vit kunnu«, sungu tey. Eina løtu kundu vit.
Dysturin á Aalborg stadium er bara fáar minuttir gamal, tá Jóan Símun Edmundsson sendir Gilla Sørensen avstað í vinstru. Tvøra­maðurin, sum eisini hevur sína fótbóltsuppaling í skotska Aber­deen, rennur frá donsku verjuni, men megnar ikki at fáa skot á. Og góða spælið heldur fram.
Gilli Sørensen strýkur avstað í høgru eftir góða avlevering frá Róaldi Jakobsen, men úr spískum megnar danski málverjin at bjarga út til horna.
Á miðjumvølli spæla Róaldur Jakobsen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson saman, sum var tað á sjálvum Nou Camp í Barce­lona. Tað endar við, at Klæmint Olsen verður sendur avstað, men ritu­víkingurin er ov seinur tá samanum kemur.
Í eitt korter buka vit tær stóru stjørnurnar av, um vit kunnu kalla donsku U-21 landsliðsleikarar fyri tað. Men hóast fleiri royndir á mál, so verður einki umsett til mál.

Revsaðir
Tá dysturin er eitt korter gamal blíva vit revsaðir. Í yrkisfótbólti er ongin náði. Gott spæl, rósandi orð og smíl telja ikki nógv tá samanum kemur. Tað eru málini, ið telja. Mang­an hava heiðurlig úrslit og góð avrik verið nokk til at vinna okk­um goodwill, vit tora enntá illa at verða óblíð tá óblíðir gestir koma til Føroyar at spæla. Av tí sama, so kenna teir seg væl og fáa kanska hasi eyka prosentini og vinna. Í fót­bólti er ogin náði og skulu vit klára okkum, so skulu vit heldur ikki vísa nøkrum náði, men taka tað, ið vit halda er okkara.
Eftir góða korterið fáa vit yvir­mót og tað kostar dýrt í okkara vinstru síðu. Danskarnir fara í mót­álop og bólturin endar hjá Andreas Laudrup. Navnið ljóðar kent og tað er ikki av ongum. Sonurin hjá Michael Laudrup, sum ikki hevur eina eins prominenta yrkisleið sum pápin, men tjenar til sítt dagliga breyð í FC Nordsjælland, hevur tó Laudrup genini. Hann dribblar og fintar til hann finnur Rasmus Falk, ið skorar. Revsaðir!
Ein minutt ella tveir seinni er lítlið Laudrup aftur upp á spæl. Hesa ferð endar bólturin hjá Mads Albæk, sum úr áleið somu støðu økti til 2-0. Revsaðir á altjóða stigi!
Danskarnir duga ikki at fegnast
Í pressirúminum í hálvleikinum tutla donsku myndamenninir sína millum, tá eitt umboð fyri DBU kemur inn. Ein misnøgdur mynda­maður hyggur um DBU umboðið og sigur.
Nú mugu tit also læra hasar leik­ararnar at fegnast. Teir renna ikki yvir til áskoararnar, men yvir til eina tóma sektion av leikvøllinum, sigur myndamaðurin.
Bara onnur langsíðan er opin fyri fólki og eina mynd av smá­fegnum donskum leikararum og einum tómum leikvølli eru ikki brúk­bara myndir. Føroyska liðið hevur annars seinasta løtuna av fyrra hálvleiki spælt fínt og havt eitt skot á mál ella tvey. Møguleikin fyri eini føroyskar málmynd er fram­vegis til staðar, umframt eitt heiðurligt úrslit.

Taka ikki av!
Seinni hálvleikur er eitt sindur av eini endurtøku av fyrra. Vit hava møgu­leikar, men taka ikki av. Vit megna ikki at skapa tann spenn­ingin, sum kundi órógva danska liðið.
Møguleikin kemur tá seinni hálv­leikur er smáar tíggju minuttir gamal. Bólturin er í brotsteiginum hjá dønum, tá dómarin bríkslar fyri brots­sparki til okkara, tí bólturin hevur rakt ein danskan verjuleikara á hondina.
Jóan Símun Edmundsson tekur sær av brotssparkinum. Eins og øll hendan undankappingin, frá tí Rógvi Holm brendi brotsspark í evstu løtu móti Norðurírland í Gunda­dali, so er tað stong út. Ella rætt­ari sagt, hinir gera tað gott og av­gerandi støður koppa ikki okkara veg.

Farvæl og takk
Í somu løtu tað rann upp fyri før­oysku viðhaldsfólkini, leikararnar og venjararnar, at brotssparkið ikki bleiv umsett til mál, varð dysturin taptur. Viðhaldsfólkini hildu um høvdið, onkur blundaði, meðan onn­ur ikki vildu trúgva tí. Enn eina gyltur møguleiki brendur.
Sum verða mann, so gingu tað eisini bara fáir minuttir, so kom deyðastødið. Miðverjan hjá okkum tapur nærdyst móti stóran danska framherjanum, Nicklas Helenius. Komin til baklinjuna snýtir hann verjuna hjá okkum enn eina ferð og sendir bóltin í handara mál horn. Flott.
Eftir hetta er tað ein spurningur um at avmarka tapið. Okkara orka ikki meir og ferðin fer úr dystinum. Danir fáa eitt mál afturat, tá verjan hjá okkum verður fangað langt uppi á vøllinum og so er lætt hjá dønum at leggja bóltin innfyri til til ein leysn Emil Larsen, sum skorar.
4-0, revsaðir og liðugt.

Samanum:
Tað sær einki út, 4-0, 5-1 og 4-0 hevur føroyska U-21 landsliðið nú tapt í trimum teimum seinastu dystinum, Tað hoyrur tó við til søguna, at dystirnir hava allir verið á útivølli móti sterkari fótbóltstjóðum. Hes­ir tríggir dystirnir eru eisini ein ábending um, at núverandi leik­ararnir ikki kunnu liva upp á úrs­litini frá undanfarum U-21 lið­num. Marginalarnir eru tó smáir, tí megnaðu vit bara at um­seta brots­spørkini hjá okkum í hesi undan­kappingini móti Norður­írlandi og Dan­mark, so hevði tónin verið ein heilt annar. Vit høvdu vunnið á Norður­írlandi og við einum góð­um hálvum tíma eftir á Aalborg Stadium høvdu vit fingið vónina aftur. Nú er tíðin komin til at taka av møguleikanum!

- - -

Nei, nei, nei, tað er lygn!
Tað vóru fyrstu tankarnir hjá U-21 landsliðsskiparanum Rógva Holm, tá tað um 11 tíðina fríggja­dagin gjørdist greitt, at hann faktist hevði leikbann.
– Heðin ringdi og spurdi meg hvussu nógv gul kort eg hevði. Eg svaraði at eg helt at eg hevði tvey. So svaraði hann at so hevði eg leikbann. Eg hugsaði bara at hetta var lygn. Eg havi glett meg so nógv til hendan dystin og so sleppi eg ikki at spæla, sigur Rógvi Holm.
– Eg helt at vit skuldu hava trý gul kort fyri at fáa leikbann, sigur ein vónbrotin liðskipari eftir dystin.
trondur@sosialurin.fo

Ábyrgdin er okkara
Tað kom sum ein skelkur, tá tað sjey tímar undan dystinum gjørdist greitt, at Rógvi Holm faktist var leikbannaður til dystin.
– Ábyrgdin er okkara, eg og Heðin Askham skuldu saman við Rógva Holm havt fanga støðuna. Tað er gula kortið hjá honum í Belfast, ið er dottið nið­ur ímillum í samanteljingini, sigur Bill McLeod Jacobsen, annar av venjarinum hjá U-21 lands­liðnum.
Føroyska U-21 landsliðið spældi í løtum góðan fótbólt og komtil fleiri møguleikar.
– Vit kunnu ikki renna un­dan at vit hava tapt 4-0, men tað er munur á at tapa 4-0 og bara hava staðið í verjustøðu og sparka vekk, og so skapa møgu­leikar og spæla væl sum vit gera í dag, sigur U-21 lands­liðsvenjarin.