Revival á pall í Keypmannahavn

Leygarkvøldið fer Revival at undirhalda í Keypmannahavn. Tað verður við sterkastu manning Leygarkvøldið verður rimmar dansur á Skarv í Keypmannahavn við kultbólkinum Revival.

Revival vóru rættiliga virknir á tónleikapallinum í Føroyum í fyrru helvt av 90´unum, men hava seinnu árini spælt eitt sindur í Danmark, og annars til serlig tiltøk í Suðuroynni. Revival spælur rock og teir eru kendir fyri at seta lív í.

Sangari og gittarleikari er Jens Harry Jespersen, Jóanes Hofgaard spælir bass. Sigurd Thomsen á gittara og Petur Dalsgaard situr við trummurnar.