Revival í Føroyahúsinum

Leygarkvøldið skipar Róðrarfelagið Knørrur fyri páskadansi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við kultbólkinum Revival.

Revival vóru rættiliga virknir á tónleikapallinum í Føroyum í fyrru helvt av 90?unum, men hava seinnu árini spælt eitt sindur í Danmark, og annars til serlig tiltøk í Suðuroynni.

 

Revival spælur í niðaru hæddini og í erva verður chill-out longe. Í báðum barrunum verður gott og fjølbroytt úrval - alt frá Tequila til føroyskt páskabryggj.

 

Nógv fólk hava vitja tiltøkini í húsinum í ár, so komið í góðari tíð - dyrnar lata aftur á midnátt.