Tað skrivar Reuters, sum hevur tosað við eygnavitni á staðnum.
Vitnið greiðir frá, at russiski herurin hevur skotið ímóti einum hernaðarfylgi hjá Wagner bólkinum á M4 motorvegnum, sum bindur Moskva við syðru landspartarnar.
– Sum ein liður í antivirgangsátøkum í Voronezj-økinum, fremja vápnaðar deildir í Russlandi neyðugar operationellar fyriskipanir, sigur Alexander Gusev, sum er guvernørur í økinum, í eini dagføring á boðtænastuni Telegram.
Jevgenij Prigozjin, sum er leiðari í Wagner-bólkinum, sigur eisini, at herfólk hansara eru álopin av tyrlum.
Fyrr í dag hevur ein russisk trygdarkelda upplýst tíðindastovuni Reuters, at Wagner-hermenn hava tikið ræðið á øllum hernaðarstøðum í Voronezj.
Býurin er 500 kilometrar sunnan fyri russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Prigozjin fyrr í dag sagt, at deildir hansara eru á veg ímóti Moskva.
Reuters skrivar, at eitt hernaðarfylgi hjá Wagner er sætt í Lipetsk-økinum.
Myndugleikarnir í økinum hava heitt á fólk um at vera innandura.
Lipetsk er umleið 130 kilometrar norðan fyri Voronezj og 400 kilometrar sunnan fyri Moskva.
/ritzau/Reuters/NTB