Reuters: Eldur í russiskum oljureinsiverki

Ukrainskir myndugleikar hava váttað álopið, men siga seg hava rakt eina russiska verksmiðju

Tað er eldur í einum russiskum oljureinsiverki, eftir eitt ukrainskt dronuálop, veit Reuters at siga í morgun.

 

Ukrainskir myndugleikar hava váttað álopið, men siga seg hava rakt eina russiska verksmiðju.

 

- Verksmiðjan framleiðir útgerð til flúgving og rakettskipanir, siga ukrainar.

 

Í nátti lupu russar eisini á fleiri býir í Ukraina við bæði dronum og rakettum.

 

Russisku álopini hava serliga rakt orkuveitingina, og nógv túsund húsarhald eru uttan streym, hita og vatn.