Søgurnar eru tær somu hvørt einasta summar. Dúgliga verður gitt, um týski fótbóltsúrmælingurin, Marco Reus, skiftir úr Borussia Dortmund til størri felag. Men sambært umboðsmanninum hjá Reus, Volker Struth, so fer Reus eiheldur nakran veg á hesum sinni.
- Spælarin fegnast um stóra áhugan frá fleiri evropeiskum stórfeløgum, men nýliga hevur hann tikið avgerð um at taka enn eitt tak í Dortmund, sigur umboðsmaðurin sambært spanska Mundodeportivo.
Barcelona, Real Madrid, Manchester United og Liverpool hava øll verið nevnd sum feløg, sum vilja týska landsliðsleikaran í sín hóp.