Og ongin roynir heldur at fjala út yvir, at tað er nostalgiin, sum drívur, nú fleiri av gomlu donsku barna- og ungdóms raðbókunum so sum De 5, Flemming-bøkurnar, Alfred Hitchcock og de tre detektiver o.a verða givnar út av nýggjum.
- Tað verða uttan iva fyrst og fremst tey vaksnu, sum keypa eitt nú De 5 bøkurnar. Permumyndin tekur fólk beinleiðis aftur til teirra barndóm, har hetjur vunnu á bandittum, og skil var í. Uttan mun til, hvussu modernaður tú ert, fert tú ikki at eksperimentera við tínum barndómi, sigur Erik Barfoed, stjóri á Aschehoug, sum gevur bøkurnar út.
Hinvegin væntar hann, at nýggi lesararskarin av børnum fer at býta seg í tvey: Tey sum halda tað vera stuttligt at hoyra foreldrini lesa bøkurnar fyri teimum, og so tey, sum halda tær stinka.
Í kjalarvørrinum av nýútgávunum hevur kjak tikið seg upp um, hvussu heppið tað er at borðreiða slíkan lættisoppalesna fyri børnum. Meðan onkur heldur, at børn mugu kenna lættisoppa, áðrenn tey kunnu meta um dygd, eru tað onnur, sum halda kjakið vera burturvið.
- Ongin spyr í álvara, um Pippi nú eisini veruliga telist millum stórar bókmentir. Slíkir barnaklassikarar verða mettir út frá heilt øðrum treytum, ljóðar tað frá Danmarks Pædagogiske Universitet.