Tað er tó hugaligt, at teir í hesum tíðum hava yvirskot til at gera spennandi bilar við retrodesigni, sum vit hava sæð tað hesi seinastu árini við t.d. VW Beetle, Mini, Chrysler PT Cruiser, Ford Mustang og nú seinast Fiat 500.
Helst kemur eisini ein nýggjur Citroën 2CV sum retrobilur. Um ikki so langa tíð koma eisini gomul bilmerkir aftur á marknaðin, sum t.d. eysturtýski Trabant, sum fór í søguna, tá jarntjaldið fall fyri skjótt 20 árum síðan. Nú hoyra vit eisini at fyrr so kenda týska bilmerkið Borgward, sum fór á húsagang fyri næstan 50 árum síðan, kemur aftur á marknaðin sum ein heilt nýggjur retrobilur.
Spennandi verður at fylgja við so hvørt sum hesi »nýggju« bilmerkini koma á marknaðin.
mg









