Retro og metro í Reykjavík

Reykjavík er perfekta ferðamálið hjá vinkonum, sum vilja kobla av við welness, shopping, upplivingum og góðum mati

Ísland, sum hevur verið tiltikið dýrt, er í dag eitt ódýrt ferðamál við óavmarkaðum møguleikum. Íslendska krónan er metlág, so vit føroyingar hava stóran fyrimun, tá vit shoppa runt í rúgvuni av tilboðum í Reykjavík.

Slagorðið hjá Reykjavík er “pure energy”, og hetta livir býurin sanniliga upp til, bæði so og so. Meðan vælvera, rørsla, frískleiki og heilsa fylla nógv í býarmyndini sum heild, serliga um dagin, er eisini talan um “pure energy”, tá ið náttin kemur, og rútmurnar frá dj-showum og live-tónleiki halda pulsinum á býi og fólki uppi.

Vit á Rákinum vórðu bodnar til Reykjavíkar av Atlantic Airways, sum flýgur hagar hvønn fríggjadag og mánadag í vetrarhálvuni. Og vit kunnu sanna, at Reykjavík er vinkonubýurin fram um aðrar.

Reykjavík bjóðar eitt sindur av hvørjum: Djúphugsið prát á caféini hjá bókahandlinum Mál og Menning, afturvið einum nýbryggjaðum koppi av dygdarkaffi úr einari fátækari bygd í Amazon, ella shop, pop, Ikea og Kringluna, sum er tann heilt stóra orgastiska sølumiðstøðin, bert fimm minuttir við hýruvogni úr miðbýnum. Men mitt ímillum finna tit fansy funkishús, Bláa lónið, fusiónsmat, design og fiskarættir, sum bera boð um ein bý, sum í roynd og veru hevur uppiborið meira enn eitt vikuskifti. Tí er eisini týðandi at leggja sær ferðina eitt sindur til rættis undan fráferð, til dømis um tit ætla tykkum at verða masseraðar ella til vakurleikarøkt.


Gisting

Gistingarmøguleikarnir í Reykjavík passa til ein og hvønn tørv og pengapung. Vit búðu á Hotel SAS 1919 mitt í býnum. Hetta er eitt deiligt fýrastjørnu hotel við góðari tænastu og frálíkum morgunmati. Kømrini eru modernað og vælút-gjørd við øllum tí vanliga, so sum minibarr, baðikari, fønara og pengaboks. Sum vit nevna eina aðrastaðni í greinini, er tað eisini á Hotel SAS 1919 at vit finna eina av nýggjastu matstovunum í býnum, Sushi og Grill.

Atlantic Airways lýsir í hesum døgum við gisting í íbúðum, ið verða nevndar “Room With a View”. Hetta eru modernaðar íbúðir, sum liggja mitt á høvuðs-handilsgøtuni. Úr íbúðunum er gott útsýni yvir býin, men til ber eisini at sita og eygleiða tysjandi fólka-lívið niðri á gøtuni. Íbúðirnar hóska sera væl til bólkar av fólkum, tí tær eru bæði rúmligar og útgjørdar við fleiri kømrum, góðum seingjum, toppmodernaðum køki og baði-verilsi við jacuzzi. Íbúðirnar verða vaskaðar hvønn dag, og handkløð og annað er við í prísinum. Annars eru allir hent-leikar í hesum íbúð-um, sum tað ber til at lesa meira um á: www.roomwithaview.is.


Shopping

Vit fáa nógv fyri pengarnar, og úrvalið er óavmarkað í Reykjavík. Íslendska krónan er nú so lág, at vit føroyingar hava stóran fyrimun av at keypa í Íslandi, sum annars hevur verið tiltikið dýrt. Í dag fæst nógv meira fyri pengarnar, tí virðið á lokala gjaldoyranum er lækkað við næstan einum triðingi. Her er eisini vert at hava í huga jólagávurnar, nú tað styttist til jóla.


Gott fyri eygað

Paris, London, Milano, Tokyo, New York og Reykjavík. Far norður í hav, um tú vilt uppliva tað allarnýgg-jasta innan móta og design. Íslendingar eiga fleiri dugnaligar sniðgevarar, bæði tá ið tað snýr seg um brúkslist, prýðislutir og klæði.

Kreativu grannarnir eru víðagitnir fyri at framleiða dygdargóðar vørur við energiskum hugflogi, stuttligum og nýskapandi linjum og úr natúrligum tilfari. Designhandlarnir eru sum sannar listaframsýningar á at líta, og flest allir eru at finna mitt í býnum, á høvuðsgøtuni, Laugar-vegur, og niðan eftir síðugøtuni, Skólavörðustígur. Tað loysir seg at leita eftir hesum smáu handils-perlunum, sum ofta eru væl fjaldar inni í bakgarðum og á ovaru hæddunum.


Design

Asta - creative clothes

Laugavegur 25

www.astaclothes.is


GuSt

Laugavegur 70

www.gust.is


Steinunn

Laugavegur 40

www.steinunn.is


Kraum

Aðalstræti 10

www.kraum.is


66°North

Bankastræti 5 og í Kringluni


Ein dagur í paradís

Fullkomna vælveru finna tit í Laugar Spa, sum er nýggjasta og størsta heilsu- og svimjimiðstøð Reykjavíkar.

Í Spa’num ber til at droyma seg burtur í angandi hitarúmum, svalligum hyljum og heitum pottum, ella at lata seg tøla av lekjandi miniralum í gosbaðnum.

Hjúklið um tykkum sjálvar, so leingi tit orka. Kemur svongdin á tykkum, bjóðar hugnaliga matstovan litríkan og heilsugóðan mat, vín og frískar drykkir úr frukt og grønmeti. Í Laugar Spa fæst eisini massaga, andlitsviðger og hárfríðkan – men bíðitíðin er tvær vikur, so tit mugu bíleggja pláss áðrenn. Heilsu-miðstøðin hevur eisini eina risastóra venjingarmiðstøð og fleiri svimjihyljar, bæði innandura og úti í vakra Laugardalinum.

www.laugarspa.is


Prikandi og mjúkar matuplivingar

Tey flestu hava hoyrt um Perluna – sermerktu matstovuna í Reykjavík, sum melur spakuliga runt, so at frálíka útsýnið yvir býin broytist, meðan tú forkelar teg sjálva við einum góðan nátturða. Maturin í Perluni er á sera høgum støði, og ein máltíð har er avgjørt ein uppliving, tú eigur at unna bæði eyga og góma. Sum til dømis laksaforrættin við granateplum, sum fær flestur aðrar útgávur av laksi at fána.

Er hugurin til meir gerandisligan mat, eru tær báðar caféirnar Vegamót og Oliver verdar eina vitjan. Á Oliver kundi tú roynt heimagjørda burgaran við dijonsinoppi og brieosti. Heldur óvæntaða samansetingin er bæði prikandi og mjúk og liggur øgiliga langt frá ofta vamlisligu kensluni av burgara. Og bið so endiliga um ein leskiligan bláberja-smoothie omaná. Oliver er forrestin eisini einasta kafein í Reykjavík, har køkurin er opin líka til klokkan eitt um náttina, frá hóskvøldi til leygarkvøld.

Annars eru íslendingar sannir úrmælingar, tá tað ræður um at borðreiða við egnum rávørum so sum fiski og lambskjøti. Tað besta av báðum fært tú á matstovuni Lækjarbrekka, um tú biður um ”Fjall og fjøru” rættin, ið er settur saman av leskiligum lambsbitum og óvanliga vælsmakkandi grillaðum hummarum. Og gloym ikki at dyppa breyðið í fantastiska hvítleykssmeltið, sum fylgir við.

Ein onnur matstova, sum er verd at hava eyguni við, er spildur-nýggja sushi/grillin á SAS 1919 hotellinum í miðbýnum. Sushi er, eins og í øllum øðrum stórbýum, vorðin sera vælumtókt millum íslendingar. Og á nýggja matstaðnum fæst eitt stórt úrval av lættari sushirættum um dagin og eitt sera fjølbroytt úrval út á kvøldið.


Grønt er sunt

Heilsa, rørsla og vælvera hava stóran týdning fyri fólk í Reykjavík. Hetta sæst millum annað aftur á stóra úrvalinum av spesialhandlum, sum selja vistfrøðiligar vørur, urtaúrdráttir, kropsrøkt og annað gott úr natúrligum tilfari. Nøgdin av innfluttum frukt og grønmeti er eisini ómetaliga stór, so afturvið øllum máltíðum fæst frískt og broyskið grønt.


Býarbókalív

Tá myrkrið fjalir býin, leitar mannamúgvan annaðhvørt inn í metrokendu kaféirnar, bulusligu barrirnar ella inn í yðjandi fullu bókahandlarnar, sum eru opnir líka til seint út á kvøldið. Hesar smáu oasurnar, stúgvandi fullar av bókum og bløðum, hava ein heilt serligan heimligan dám yvir sær. Her kemur alt slag av fólki, ung sum gomul, fínar dámur, gamlir menn, og ungfólk, sum kanska eru á veg í býin. Summi standa og skimma mongu bløðini ella tíðarritini, meðan onkur er sokkin í ein djúpan lenistól við tjóðskaldinum Laxness ella eini nýggjari íslendskari krimi. Og øll tykjast tey at kenna seg sum heima í síni egnu stovu.

Mitt á høvuðsgøtuni, Laugarvegi, liggur tann størsta av hesum oasunum, bókahandilin Mál og Menning, har vit millum annað finna eina hugnaliga bókakafé. Og bøkurnar ella bløðini tekur tú sjálvandi við tær inn á keféina, har tú kanst sita og blaða í teimum í frið og náðum. Hetta er bókalív.


Bókahandlar ella oasir

Mál og Menning

Laugarvegur 18


Eymundsson

Austurstræti 18



Brunch, lunch og club

Café Oliver

Laugarvegur 20a


Vegamót

Vegamotastígur 4


Kaffibarinn

Bergstaðarstræti 1

Hippasta staðið í Reykjavík – liggur ovarlaga á listanum yvir heimsins bestu klubbar


Íslendskt, tá tað er best

Lækjarbrekka Restaurant

Bankastræti 2


Sushi er sakin

Sushi/grill

Posthússtræti 2


Sansaligar upplivingar

Perlan Restaurant

Öskjuhlíð

Kupulin, sum melur runt


Orange

Geirsgata 9

Svakt matstað – disco, ljósa-reyðir elefantar, fantasidrykkir, og fantastikur matur – má roynast!!


Restaurant Reykjavík

Vesturgata 2

Her verða tit bodnar til ein drykk í the Ice Bar, sum hevur 18 kulda-stig so alt innbúgvið er gler...


Seafood Cellar

Adalstraeti 2

Víðagitin og virðislønt matstova við heimsins besti fisk.


Vinkonusalat millum blómur

Tað er sum at trína inn í ein romantiskan film, tá tú millum litføgru blómurnar hómar skeltið á Café Flora - caféini, ið liggur sum ein lítil perla í hjartanum á óvanliga vakra urtagarðinum, Grasagarði Reykjavíkar.

Umgyrd við angandi blómum og smáum hyljum, liggur caféin væl fjald í einum vakstrarhúsi í urtagarðinum, har alskyns plantusløg eru at síggja.

Inni á Café Flora bjóðar føroyska smyrjibreyðsjomfrúin, Maurensa Poulsen, okkum vælkomnar. Hon hevur rikið caféina í 11 ár og gjørt hana til eina sanna succes, við heili 40.000 vitjandi um árið. Hetta hóast caféin enn bert er opin um summarið.

Við ein stórum smíli og á flótandi føroyskum greiðir Maurensa fús frá matarseðlinum, hóast tað eru heili 44 ár síðan, hon flutti úr Føroyum. Vit verða alt fyri eitt freistaðar av høsnarunga-salatinum við serliga barbeque dressinginum, sum kokkurin nýliga hevur sett á matarseðilin. Ein fantastisk matuppliving, sum fekk prikkin yvir i’ði, við einari framúr lekrari ostakøku við Baily’s og einum frálíkum kaffimunni omaná.Hiðan kunnu vit bara heilsa og siga, at á Café Flora verður hugtakið ‘frískt salat’ ítøkiligt, tí alt grønmetið stavar frá egnari framleiðslu her í Grasagarðinum.

Komandi ár ætlar Maurensa Poulsen at hava Café Floru opna alt árið. Café Flora hevur eisini eina heimasíðu: www.cafeflora.is.


Á hestbaki gjøgnum lavalandslag

Tykkum nýtast hvørki at vera fjallaklintrarar ella flyta tykkum serliga langt frá stórbýnum fyri at fáa eina stórsligna náttúruuppliving á túrinum til Reykjavíkar. Hjá Íshestar kunnu tit tekna tykkum til ein ríðitúr, sum hóskar júst til tykkara lyndi og royndir á hestbaki. Hevur tú til dømis ongantíð sitið á hestbaki fyrr, finnur ein av vinarligu og dugnaligu reiðkvinnunum hjá Íshestar tær skjótt ein hest, ið hóskar júst til tín.

Ein av sera vælumtóktu túrunum hjá Íshestar er sonevndi Lava-túrurin, sum gongur gjøgnum stórsligið lavalandslag, eisini sunnudagar. Tað er ein fantastisk uppliving at fara vaggandi stillisliga á rossabaki gjøgnum lendið, meðan tú gevur tær góðar stundir at eygleiða eitt tað mest gandakenda landslagið, tú helst nakrantíð kemur í nánd av.

Vilt tú hinvegin hava meir ferð á og hevur royndir á rossabaki, eru eisini meira avbjóðandi túrar – til dømis til Faxaflói víkina, har tit kunnu síggja hvalir og delfinir.

Flestu túrarnir hjá Íshestar eru millum ein til tríggjar tímar langir, og tit verða bæði heintaðar og koyrdar heima aftur á hotellið.


Íshestar

www.ishestar.is