RÆTTARMÁL
Restorffs bryggjarí hevur avgjørt ikki at kæra dómin, teir fingu fyri ólógliga at lýsa við rúsdrekka í einari lýsing í Dimmalætting fyrr í ár, fyri landsrættin.
Dómur varð sagdur í málinum 1. november. Jørgen B. Petersen, sorinskrivari, dømdi Restorffs at gjalda eina bót áljóðandi 10.000 kr. fyri at hava lýst ólógliga. Afturat hesum skal P/F Restorffs bryggjarí eisini gjalda sakarmálskostnaðin. Hesin síðst nevndi kostnaðurin hava vit tó ikki fingið upplýst støddina á.
Óla Svenn Nolsøe og Johan Mortensen, sum mynda leiðsluna hjá Restorffs og eru tveir av eigarunum, siga við Sosialinum, at teir ikki ætla at fara víðari við málinum til landsrættin.
Eftir at dómurin varð sagdur varð biðið um umhugsunartíð. Hesa hevur bryggjaríið, ið varð dømt, nú brúkt til at avgera, at tikið verður við dóminum.
Àkæra er eisini reist móti Føroya Bjór. Hendan snýr seg eisini um blaðlýsingar. Bíðað verður eftir, at hetta málið skal koma fyri í Føroya rætti.