Vertshúsið hjá Restorff fer nú regluliga at fyriskipa uttandura fríggjadags rock konsertir niðan fyri Vertshúsið.
Viðrar fríggjadagin 27. juni frá kl 16.00-18.00 fer vælumtókta blues bandið, BLUES HEADACHE TREO, at hava eina konsert við fullum blues-turbo.
Verður ov hart spælt ber til hjá áhoyrarunum at fara inn á Vertshúsið at leggja trummuhinnurnar í blot, tí rock og gott fatøl hoyra saman.
Vertshúsið frættir fegin frá ungum orkestrum, sum hava hug at royna seg til fríggjadagskonsertirnar.










