Restorffs dansur

Tíðindaskriv

Restorffs Bryggjarí fer tvær ferðir um árið at hava eitt dansitiltak í Sjónleikarhúsinum til frama fyri einum góðum samfelagsligum tiltaki. Fyrsta dansikvøldið verður leygarkvøldið 15. februar. Gott orkestur við kendum solistum fara at standa fyri tónleikinum, sum verður lættur og góður. Hóast Vertshúsið ikki er liðugt inn verður ábit har seinni um náttina. Restorff hevur sjálvt boðið umleið 200 gestum, men vil fegin bjóða øðrum 100 dansiglaðum fólki við til tiltakið. (sí lýsing í blaðnum ídag) Fólk kunnu seta seg í samband við Restorff og melda seg til.
Tiltakið er ókeypis, men fólk fáa høvið at lata ein styrk sum hesuferð óskerdur fer til nýstovnaða tiltakið við sorgarbólkum fyri børn, sum hava mist foreldur.