Restorffs Bryggjarí á nýggjar hendur:

Taka kappingina upp við danska ølið

 

Johan Mortensen og Óla Svenn Nolsøe hava keypt meirilutan av partabrøvunum í Restorffs Bryggjarí og fara nú av álvara at taka kappingina upp við tað innflutta ølið. Teir halda tað avgjørt vera pláss fyri tveimum bryggjaríum í Føroyum. Kappingarneytin verður ikki Føroya Bjór men innfluttur fløskurnar sigur Óla Svenn Nolsøe, sum verður stjóri á meira enn 150 ára gomlu havnarfyritøkuni



Eitt tað elsta bryggjaríið í danska kongaríkinum, Restorffs Bryggjarí við Landavegin í Havn hevur skift eigara. Óla Svenn Nolsøe og Johan Mortensen í Havn hava keypt 57% av partabrøvunum í fyritøkuni frá Lenu Mørk og Åge Andersen og fara við keypinum at menna søluna av tí so kenda og vælsmakkandi sodavatninum og ølinum. -Vit ætla okkum ikki at kappast við Føroya Bjór, men heldur at taka kappingina upp við ta innflutta danska ølið og sodavatnið sigur Óla Svenn Nolsøe, sum verður stjóri á bryggjaríinum í høvuðsstaðnum. Hann vísir á, at teir fara at halda fram við tí góða samstarvi, sum hevur verið við Føroya Bjór á fleiri økjum og heldur fyri, at tað er pláss fyri tveimum bryggjaríum í Føroyum. Marknaðurin er stórur nokk til bæði tvey og eiga tey at leggja seg eftir at gera eina so góða vøru, at føroyingar minka um keypið av útlendskum øli og sodavatni. Ola Svenn Nolsøe heldur, at bæði føroysku bryggjarríni skuldu føla seg sum kollegar heldur enn sum kappingarneytar. Hann heldur eisini, at føroyska ølið er fult á hædd við tað danska. Tað er henda vitanin, sum má koma longur út til fólk. Sama er galdandi fyri sodavatnið.


Óla Svenn Nolsøe, sum í dag er stjóri hjá bilasøluni Ford, fer at røkja bæði stjórastørvini at byrja við. Við hesum nýggja arbeiðinum kemur hann bókstaviliga sagt heimaftur til røturnar, nú barnaheim hansara er næsti granni hjá Bryggjaríinum.


Óla Svenn Nolsøe sigur, at hugskotið til at keypa bryggjarríið kemur frá Johan Mortensen, sum annars ikki er nakar ókendur vinnulívsmaður. Hann var leingi stjóri hjá fiskasøluvirkinum Marr & Company og hevur sseinastu árini verið umboðsmaður hjá Amerada Hess og er í dag stjóri á deildini hjá oljufelagnum Anadarko.


Teir báðir hava stovnað felagið Camelot, sum skal reka bryggjaríið. Óla Svenn Nolsøe sigur, at fyritøkan er væl rikin og er hon nútímansgjørd, eitt nú hevur ráðgevi úr Danmark ment vørurnar soleiðis at teir nú fara at leggja seg eftir at menna søluna eisini. Nýggja stjórastarvið skuldi passsað sum fótur íhosu til útbúgvingina hjá Óla Svenn Nolsøe, sum er útbúgvin civilverkfrøðingur við matvøruframleiðslu sum sergrein,