Klaksvík:
Einar Waag er sannførdur um, at um ikki Restorff´s bryggjarí setti seg í samband við fútan og vístu á lýsingarnar hjá Føroya Bjór í Dimmalætting í mars og apríl í 2002, so var onki sakarmál í dag.
- Restorff´s bryggjarí sendi eitt bræv til fútan, har víst varð á okkara lýsingar og spurt, um tær vóru lógligar. Og tað taki eg sum, at tað er Restorff´s, sum hevur meldað okkum, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.
Føroya Bjór er ákært fyri brot á løgtingslóg nummar 20 um sølu av rúsandi løgum.
Í ákæruritinum hjá Føroya Bjór stendur, at Føroya Bjór breyt lógina, tá tey høvdu lýsingar á baksíðuni av Dimmalætting. Í lýsingunum, sum vóru matuppskriftir, har øl varð nýtt í uppskriftunum og afturvið, vóru myndir av sterkum øli. Tað er í stríð við løgtingslóg nummar 20, og tískil stevndi fútin Føroya Bjór, sum skal møta í rættinum mánadagin 27. januar.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, undrast á framferðarháttin hjá fútanum í hesum málinum. Hann sigur, at tá Restorff´s á sinni fekk bót fyri teirra brot á somu lóg, tá hoyrdi hann í Útvarpi Føroya, at fútin hevði gjørt av at sleppa sakarmálinum móti Føroya Bjór og heldur geva teimum eina bót líknandi henni, sum Restorff´s fekk.
- Tað fingu vit ongantíð skrivligt boð um frá fútanum, eg hoyrdi tað einans í útvarpinum. Men tvær vikur seinni fingu vit kortini eitt ákærurit sendandi og boð um at møta í rættinum tann 15. januar. Henda dagfesting bleiv so seinni broytt til nú mánadagin, greiðir Einar Waag frá. Hann undrast stórliga á, at fútin á sinni valdi at úttala seg til fjølmiðlarnar, áðrenn hann vendi sær til bryggjaríið.
Júst hvat útspælið frá bryggjarínum verður í rættinum mánadagin, sigur Einar, at tað hava bryggjaríið og sakførari teirra ikki endaliga avgjørt enn.










